Tíðindi
Biograftúrur 14. des. 2017 og jólalinking í Mentanarhúsinum 15. til 17. des.12. Nov. 2024 kl. 16.30


Hóskvøldið 14. desember kl. 21.00 fara vit at eta í Café Kaspar. Kl. 22.30 fara vit at hyggja eftir Star Wars: The Last Jedi.

Biograftúrurin og linkingin eru hvør sær, so tit kunnu koma við til bert annað tiltakið, um tit vilja tað.

Tilmelding til mat og biograftúrin er á Facebook á hesum leinki: https://www.facebook.com/events/524358911241251/





Linkingin verður í Reyða rúminum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og byrjar fríggjadagin 15. desember kl. 19.00 og endar sunnumorgunin 17. desember 2017. Vit gera mandlurís og hava ymiskt gott og jólaligt til linkingina.

Kostnaður fyri linkingina er 100 krónur fyri ein dag, og 150 krónur fyri báðar.

Handil og Pizzaria eru nábúgvar við Mentannarhúsið.

Vit koma - sum vanligt - at spæla nógv av gomlu klassisku spølunum, ið vit vanliga hava spælt gjøgnum tíðina, m.a. Call of Duty 4, Warcraft 3, Flatout og nógv onnur. Takið endiliga spøl við, sum tú vilt spæla við øðrum.
Øll eru vælkomin, so bjóða endiliga vinum og kenningum sum tíma tílíkt :)

Tilmelding til linkingina er á Facebook á hesum leinki: https://www.facebook.com/events/1220605064706067/


Linkingin í Mentanarhúsinum í januar 201718. Jan. 2024 kl. 15.51
BirdbayLinkers høvdu eina linking í reyða rúmi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 13. og 14. januar 2017.

Vit vóru 19 linkarar tilsamans, spældu fleiri góð og gomul spøl, og tað var sera hugnaligt.

Eisini høvdu vit eitt væl virkandi og skjótt internet frá Nótini, sum gjørdi, at linkarar kundu spæla online uttan trupulleikar.

Myndir av linkingini eru í myndasavninum.

Ætlanin er at skipa fyri regluligum linkingum aftur, og vónandi koma tær at vera í Mentanarhúsinum :)


Linking á Kirkju í Fugloy12. Jun. 2024 kl. 22.21
Átta av BirdbayLinkers-linkarunum vóru úti á Kirkju og linkaðu vikuskiftið 10.-12. juni. Linkingin var ein royndarlinking og var sera væleydnað.

Helvtin av linkarunum komu við tyrlu á middegi fríggjadagin, meðan restin kom út við Rituni kl. 19.30. Vit byrjaðu fríggjakvøldið við einum døgurðabita og linkaðu eitt sindur út á náttina.


Leygardagin, tá allir vóru vaknaðir aftur, fóru fýra linkarar ein gongutúr niðan á Eystfelli, meðan hinir gingu ein túr inn móti Skarðsvík.


Restina av leygarkvøldinum og náttini spældu vit fleiri góð gomul spøl og nýttu friðin og hugnaliga umhvørvið.


Vit vilja gjarna takka Svanhild Christiansen, ið eigur handilin á Kirkju, fyri gott úrval av mati, sodavatn og øðrum søtum vørum.


Nakrar myndir av túrinum eru í myndasavninum.


Mentanardagar í Fuglafirði 31. aug. - 3. sep. 201701. Jan. 2024 kl. 01.00
Hey tit.

Vit sita í løtuni og linka í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Her eru sera góðar sømdir og okkum dámar væl at linka í reyða rúminum.

31. august byrja Mentanardagarnir, og í tí sambandi vilja vit bjóða øllum teimum,

Login
Brúkaranavn:
Loyniorð:

Myndasavn

© 2006-2024 The Birdbay Linkers